• No results found

2. Sólskinssøgurnar

2.5 Frøya Trøya í Noregi

Fyritøka: Frøya Trøya AS

Staður: Tiller, Noreg

Slag av fyritøku: Klæðir

Fólk í starvi: 3

Stovnsett: 1981

Umhvørvismerki: Svanurin

Síðan: 2009

Kontaktpersónur: Fritz Køhler

Heimasíða: www.froya.com

2.5.1 Eingin orsøk at framleiða klæðir, ið dálka

Frøya Trøya hevur gjørt T-shirts og troyggjur síðan 1981. Síðan 1990´ini hava hesar vørur verið Öko-tex-góðkendar. Longu tá hevði Frøya Trøya tann hugburð, at eingin orsøk var at framleiða klæðir, ið dálka. Við hesum sum útgangsstøði settu tey sær sum mál at framleiða Svanamerkt klæðir, ið samstundis vóru kappingarfør í prísi.

2.5.2 Tað bleiv lættari í India

Í 2009 flutti Frøya Trøya alla framleiðsluna til India. Hetta ljóðar kanska mótsigandi, men tá gjørdist einfaldari at taka stigið allan vegin fram móti Svananum, tí í India fekst betri atgongd til vistfrøðiliga bummull beinleiðis frá bøndrunum, og har fingu tey valt tað, tey vildu hava. Fyrireikingarnar til at fáa Svanamerkið byrjaðu av álvara í 2009, og við árslok sama árið var Svanamerkingin fingin uppá pláss.

2.5.3 Arbeiðið tók fleiri mánaðir

Fyrireikingararbeiði til at fáa Svanan tók fleiri mánaðir. Í stóran mun snúði tað seg fyrst og fremst um at tryggja, at allir veitarar luku krøvini, at alt var gjøgnumskygt og kundi sporast, at øll litingarevni og kemikalii vóru í lagi o.s.fr. Litingin var tað truplasta. Litingin er, sambært ábyrgdarstjóranum, Fritz Køhler, so avgjørt tann størsta dálkingarkeldan í klædnaídnaðinum.

2.5.4 Nýtist ikki at kosta meira

Tað tykist vera almenn hugsan, at vistfrøðiligar og umhvørvismerktar vørur altíð kosta meira enn vørur, ið ikki eru góðkendar. Hetta nýtist ikki altíð at vera so. Frøya Trøya framleiðir nú umleið tjúgu túsund ymisk

klædnapløgg, ið lutvíst eru sniðgivin eftir persónligum ynskjum og lutvíst eru skræddaraseymað í ymsari longd og vídd. Rávøran er vistfrøðilig bummull, góðskan tann allarbesta, pløggini halda 2–3 ferðir so leingi sum flestu vørurnar hjá kappingarneytunum, og tey eru litað uttan at umhvørvið verður dálkað. Hóast hetta, so kosta hesi pløgg tað sama sum onnur minni dygdargóð pløgg, og sum eisini hava eitt nógv størri ”ecological footprint”. Hetta hendir tó ikki av sær sjálvum. Hetta gerst við at minka um talið á millumliðum, og at betra framleiðslu-tilgongdina. Hesum hjálpir Svanurin við.

2.5.5 Svanurin eigur at vera strangur

Fritz Køhler heldur, at krøv Svanans til klædnavørur eru hóskandi. Svanurin eigur at vera strangur á øllum stigum, tí annars vera altíð nakrir framleiðarar, ið finna sær sniðvegir.

2.5.6 Ikki bara vistfrøðilig rávøra

Helst eru ikki nógv, ið kenna mun á svanamerktum klæðum og øðrum klæðum úr vistfrøðiligari bummull. Tó at klæði eru tilvirkað av vistfrøðiligari bummull, so kann sjálv tilvirkanin av vøruni hava við sær útleiðingar av skaðiligum litevnum og annað tílíkt. Svanurin er trygd fyri, at øll framleiðslugongdin er umhvørvisvinarlig, frá rávøruni til lidnu vøruna. Á Frøya Trøya hava tey næstan rokkið málinum um at koma niður á null útlát!

2.5.7 Hvørt einasta val hevur týdning

Ein av fremstu uppgávunum hjá Frøya Trøya er, sambært Fritz Køhler, at fáa viðskiftafólk at skilja týdningin av at keypa umhvørvismerkt klæðir. Eitt ávíst umhvørvisarbeiði er framt fyri hvørt einasta plagg, og hvørja ferð keyparin ger av at keypa sær eitt tílíkt plagg, er avgerðin samstundis ein atkvøða fyri vistfrøðiligari framleiðslu.

2.5.8 Tolllógirnar áttu at verið endurskoðaðar

Tað almenna eigur at ganga á odda í at vísa á munin millum umhvørvis-merktar og ikki-umhvørvisumhvørvis-merktar vørur, og tolllógirnar áttu eisini at verið endurskoðaðar. Frøya Trøya rindar 10,7 % í tolli fyri egnar vørur, sum verða innfluttar til Noregs frá fyritøkunum í India, samstundis sum innflutningur av somu vørum úr Bangladesh, har einki sum helst fyrilit

er tikið fyri umhvørvi ella etiskum reglum, er tollfríur. Tollfrítøka fyri umhvørvismerktar vørur hevði verið eitt týdningarmikið stig móti einum betri umhvørvi, sigur Fritz Køhler.

2.5.9 Viðmæla Svanan við stoltleika

Á Frøya Trøya eru tey errin av at kunna selja síni Svanamerktu pløgg. Boðskapurin hjá fyritøkuni er, at eisini keyparin hevur orsøk til at vera errin av vøruni. Tað hevur víst seg at bera til at virka pløgg av allarbesta slag og fyri kappingarførar prísir úr vistfrøðiligari bummull, ”so ótrúliga góð – og pløggini kennast eins og silki”. Svanurin hevur hjálpt teimum við at røkka hesum máli, og tí viðmælir Frøya Trøya øðrum framleiðarum Svanan við sama stoltleika, sum tey viðmæla síni egnu pløgg.

2.5.10 Meira um Frøya Trøya

Frøya Trøya varð sett á stovn í 1981 og er í dag navnframasta vørumerki í Noregi, tá ið tað kemur til norskar dygdartroyggjur. Høvuðsskrivstova teirra er í Tiller uttan fyri Tróndheim. Síðan 2009 er øll tilvirkanin farin fram í India, meðan trý starvsfólk arbeiða í Tiller við vørumenning, sniðgeving, sølu, fyrisiting, goymslu og útkoyring. Fritz Køhler hevur ábyrgdina av framleiðsluni og umhvørvisarbeiðinum.

Mynd 14. Camilla Køhler, stýrisforkvinna á Frøya Trøya, í svanamerktari T-shirt frá fyritøkuni

Mynd 15. Umhvørvisboðskapurin frá Frøya Trøya

Related documents