• No results found

Norðurlandamál við rótum og fótum

N/A
N/A
Protected

Academic year: 2021

Share "Norðurlandamál við rótum og fótum"

Copied!
128
0
0

Loading.... (view fulltext now)

Full text

(1)
(2)
(3)

Nor∂ur-landamál

vi∂ rótum

og fótum

Ritstjórna∂ hevur Iben Stampe Sletten

(4)

var∂ stovna∂ í 1971 sum sam-starvsstovnur millum stjórnir-nar í Nor∂urlondum. Rá∂harra-rá∂i∂ leggur fram uppskot til nor∂urlandará∂sfundir, útinnir tilmæli frá rá∂num, bo∂ar Nor∂urlandará∂num frá úrslit-um í samstarvinúrslit-um og lei∂ir arbei∂i∂ á teimum ymsu evnis-økjunum. Samstarvsrá∂harrar, i∂ eru útnevndir av stjórnunum í einstøku londunum, samskipa samstarvi∂. Rá∂harrará∂i∂ savn-ast í ymsum samansetingum, alt eftir hvørjir spurningar ver∂a vi∂gjørdir.

var∂ stovna∂ í 1952 sum sam-starvsstovnur millum tey fólka-valdu tingini og stjórnirnar í Danmark, Íslandi, Noregi og Svøríki. Finnland gjørdist limur í 1955. Sendinevndir úr Føroy-um, Grønlandi og Álandi eru partur av ávikavist donsku og finsku sendinevndunum. Í rá∂num eru 87 limir. Nor∂urlandará∂i∂ er stigtakari og rá∂gevandi og hevur eftir-litsuppgávur í nor∂urlendska samstarvinum. Stovnar í Nor∂urlandará∂num eru alfundurin, formansskapurin og nevndirnar.

Tann málsligi felagsskapurin er ein grundliggjandi fyritreyt fyri tí fólksliga, mentanarliga, bú-skaparliga og politiska samstarv-inum í Nor∂urlondum. Mál-politiska arbei∂i∂ í Nor∂urlend-ska rá∂harrará∂num ver∂ur samskipa∂ og stµrt av einum stµringarbólki, i∂ hevur hesar høvu∂suppgávur: 1) at virka sum sakkøn nevnd mótvegis Nor∂urlendska rá∂harra-rá∂num og Nor∂urlanda-rá∂num, tá i∂ ta∂ snµr seg um nor∂urlendskar málspurningar og nor∂urlendskan málpolitikk, 2) at virka sum samstarvsnevnd hjá teimum nor∂urlendsku mál-nevndunum og uttanlandslekt-arunum, 3) at virka sum stµring-arbólkur fyri tvørgangandi stu∂ulsskipanina Nordplus mál og sostatt hava um hendi ta yvirskipa∂u ábyrgdina av skipan-ini. Stµringarbólkurin Málrá∂

Nor∂urlanda í málsamstarv-inum hjá Nor∂urlendska rá∂-harrará∂num virkar vi∂ stø∂i í hesum málsetningum: at fremja samnor∂urlendska málfatan, at styrkja kunnleikan til málini í Nor∂urlondum, at fremja fólkaræ∂isligan málpolitikk og málfatan í Nor∂urlondum, at styrkja stø∂una hjá nor∂ur-lendskum málum í og uttan fyri Nor∂urlond. Í Nor∂ur-landará∂num, samstarvsrá∂-num hjá teimum nor∂ur-lendsku lóggávutingunum, hava mentanar- og útbúgving-arnevndirnar ábyrgd av spurn-ingum vi∂víkjandi málsam-starvinum. Netsí∂ur um nor∂ur-lendska málsamstarvi∂ eru at finna fyrst og fremst á skandi-navisku málunum (donskum, norskum, svenskum).

Nor∂urlandamál vi∂ rótum og fótum

Nord 2004:12

© Nor∂urlendska rá∂harrará∂i∂, København 2004 ISBN 92-893-1039-1

Forlagsritstjórn: Iben Stampe Sletten Grafisk verklei∂sla: Kjell Olsson

Sni∂gáva: Carl-H.K. Zakrisson, www.polytype.dk Myndir: Ivar Gjørup, www.egoland.dk Kort: John Fowlie/studio16a Prent: Akaprint A/S, Århus 2005 Upplag: 1000

Prenta∂ á umhvørvisgott pappír i∂ lµkur krøvini í nor∂urlendsku umhvørvisásetingini. Printed in Denmark

Nor∂urlendska rá∂harrará∂i∂ Nor∂urlandará∂i∂

Store Strandstræde 18 Store Strandstræde 18 DK-1255 København K DK-1255 København K Telefon (+45) 3396 0200 Telefon (+45) 3396 0400 Telefax (+45) 3396 0202 Telefax (+45) 3311 1870 www.norden.org

(5)

Formæli / Fyri Málrá∂ Nor∂urlanda 9

Netútgávan »Nor∂urlandamál

vi∂ rótum og fótum« / Iben Stampe Sletten 11 Yvirlit yvir, hvussu nettilfari∂ er skipa∂ 12

Kunning um greinar 13 Nor∂urlendsk málsøga 13 Nútí∂arinnar røtur í fortí∂ini 13 Fjølbroyttu Nor∂urlond 14

Hvør ma∂ur sítt mál – málføri nú á døgum 15 Enskt mál – hóttan ella tilfeingi? 16

Mál í røring – men hvagar gongur lei∂in? 17

Nor∂urlendsk mál í fortí∂ og nútí∂ / Arne Torp 19 Málini í Nor∂urlondum: Tríggjar ættir – mong mál 23 Tann indoevropeiska málættin 27

Ættarmyndilin og nor∂urlendsk mál 30 Tann germanska málgreinin 31

Tann germanska ljó∂skúgvingin 32 Arvor∂, tøkuor∂ og innflutt or∂ 33

Meginnor∂urlond: Ymisk mál ella bara málføri? 35 Frástø∂umál 36

Standardmál 40

Málførahøpi og standardmál í germanska máløkinum 41 Trµ ella fimm mál? 43

Hví bókmál og nµnorskt? 44 Nútí∂ar nor∂urlendsk mál 44

(6)

Ættarmyndilin eina fer∂ enn 46 Tjúkk-l 49

Hjáljó∂aviknan 49 Skarr-r 49

Søgulig flokking av nor∂urlandamálum eftir aldumyndlinum 52 Frá frumnorrønum til víkingatí∂ 52

Rúnaristurnar 52

Eysturnorrønt og vesturnorrønt 54

Í hámi∂øld: Nor∂urnorrønt og su∂urnorrønt 56 Nµggjari tí∂: Útnor∂urlendskt og meginnor∂urlendskt 59

Hví eru meginnor∂urlendskt og útnor∂urlendskt fjarstø∂umál? 60 Ymisk bending 60

Ymiskur frambur∂ur 65

Or∂ini hava mest at tµ∂a fyri fatanina 66 Er ættarmyndilin burturkast? 68

Meginnor∂urlendska grannamálsfatanin

– ein høvu∂státtur í nor∂urlendska samlagnum 70 Grannamálsfatanin í vanda? 73

Bókmentir 74 Internet 74

Finskt / Kaisa Häkkinen 75 Finskt og ættarmál tess 75 Forsøga finna 76

Finsk málføri 76

Skei∂ í søguni hjá finskum 79 Fornfinskt og mi∂aldarfinskt 79 Gamalt skriftfinskt 80

Eldri nútí∂arfinskt 80 Nútí∂arfinskt 81

(7)

Nútí∂arfinska ljó∂kervi∂ 82 Grundleggjandi bendingardrøg 84 Høvu∂sdrøg í or∂alagslæruni 90 Or∂feingi∂ 91 Finskt nú og í næstum 94 Bókmentir 95 Internet 95

Sámisk mál / Mikael Svonni 97 Sámiskt búøki og sámisk mál 97 Søgulig sambond 98

Tí∂arskei∂i∂ frá ár 4000 til 2000 f.Kr. 99 Tí∂arskei∂i∂ frá ár 2000 f.Kr. til 1000 e.Kr. 99 Sámatal 100 Bygna∂urin í sámiskum 101 Sagnor∂abending 101 Stovnskifti 102 Fallbending 102 Or∂aavlei∂sla 103 Tí∂ og háttur 104 Stavskipan og málljó∂ 105 Skriftmál 106

Stø∂an hjá málinum í samfelagnum 107 Lóggáva 107 Sámiskt í skúlanum 108 Sámiskt í fjølmi∂lunum 109 Bókmentir og tónleikur 109 Samfelagi∂ annars 110 Til kunningar 111 Bókmentir 111 Internet 111

(8)

Kalaallisut – grønlendskt / Carl Christian Olsen 113 Vi∂urskiftini millum talu- og skriftmál 113

Grønlendsk málføri 116

Ey∂kenni fyri grønlendska máli∂ 117 Eitt samsetingarmál (agglutinerandi mál) 117 Eitt ergativt mál 117 Bendingarvi∂urskifti 118 Fallbending 120 Persónendingar 121 Enklitisk ískoyti 122 Høvu∂ssagnor∂ og hjálparsagnor∂ 122 Menningin av kalaallisut sum skriftmáli 123 Standardgrønlendskt 124

Tøkuor∂ og fremmandaor∂ 125 Stø∂an hjá málinum 126 Bókmentir 127 Internet 127

(9)

Formæli

Nor∂urlandamál vi∂ rótum og fótum er eitt samnor∂urlendskt læru-bókarverk. Í árinum 2000 tók málpolitiski tilvísingarbólkurin hjá Nor∂urlendska rá∂harrará∂num stig til eina nor∂urlendska mál-søgu, sum var ætla∂ studentaskúlanæmingum. Verkætlanin var∂ sett í verk í samstarvi vi∂nordspråk, ein samtøka av um mó∂urmálslærarum og lærarum, sum undirvísa í nor∂urlendsk-um snor∂urlendsk-um fremmandamáli. Steen Svava Olsen var∂ settur snor∂urlendsk-um verk-lei∂ari, men endaliga ritstjórnin var∂ latin Iben Stampe Sletten.

Málrá∂ Nor∂urlanda* takkar nordspråk fyri samstarvi∂ og serliga Iben Stampe Sletten fyri hennara sera stóra og avgerandi lut í sí∂sta parti av verkætlanini.

Vi∂ hesum útgávuverki er ætlanin at vekja ansin hjá teimum ungu fyri tµdninginum, i∂ máli∂ hevur og at økja tilviti∂ um, at Nor∂ur-lond eru ein málsligur og mentanarligur felagsskapur, treyta∂ur av søguligum og politiskum vi∂urskiftum. Endamáli∂ er at styrkja áhug-an, bæ∂i fyri samnor∂urlendska sjónarhorninum og fyri tí málsliga partinum av mó∂urmálsundirvísingini.

* Málrá∂ Nor∂urlanda var∂ sett í 2004 í sta∂in fyri málpolitiska tilvísingarbólkin hjá Nor∂urlendska rá∂harrará∂num

(10)

Nor∂urlandamál vi∂ rótum og fótum ver∂ur givin út sum undirvís-ingarbók til studentaskúlar í øllum Nor∂urlondum á íslendskum, føroyskum, svenskum, norskum og donskum – og ver∂ur haraftur-at til taks á internetinum um netportri∂ hjá Nor∂urlendska rá∂-harrará∂num: www.nordskol.org. Har liggur eisini rúgvismiki∂ tilfar vi∂ stuttum kjaktekstum á donskum, svenskum og norskum um t.d. nor∂urlendsk mál og mentanir, um stø∂una hjá málførum í ymsum londum og um stø∂una og framtí∂ina hjá smáum málum í eini tí∂ vi∂ altjó∂ager∂. Nettilfari∂ ber væl til at fáa yvirlit yvir vi∂ at lesa kunningina ni∂anfyri, har tær einstøku greinarnar ver∂a umrøddar. Til ber at økja um tilfari∂ so hvørt vi∂ nµggjum greinum, uppgávum o.tíl.

Málrá∂ Nor∂urlanda vónar, at lærarar á øllum stigum hava hegni til at gagnnµta bókina og nettilfari∂ í eini undirvísing, sum kann virka fyri at fremja tann málfelagsskap millum øll Nor∂urlond, sum fólkini ynskja.

November 2004

Fyri Málrá∂ Nor∂urlanda Gu∂rún Kvaran

(11)

I B E N S TA M P E S L E T T E N

Netútgávan »Nor∂urlandamál

vi∂ rótum og fótum«

Tú kanst fáa atgongd at Nor∂urlandamálum vi∂ rótum og fótum um net-portri∂ hjá Nor∂urlendska rá∂harrará∂num: www.nordskol.org. Nettilfari∂ er fyri ein part tær fµra greinarnar (2. kapittul) og fyri ein part ein rø∂ av málsøguligum og málpolitiskum tekstum, sum eru flokka∂ir eftir evni (3.-7. kapittul).

Í 3. kapitli ver∂ur úr ymsum hornum lµst, hvussu fortí∂in kemur til sjóndar í nútí∂ar málnµtslu. 4. kapittul er um sambandi∂ millum mál og mentanarligan samleika. 5. kapittul lµsir, hvussu málførini ver∂a nµtt og hvørja stø∂u tey hava nú, og 6. kapittul umrø∂ir, hvussu málini í Nor∂urlondum ver∂a ávirka∂ av enskum. Í 7. kapitli ver∂ur at enda kjakast um framtí∂ina hjá nor∂urlendskum málum í eini tí∂ vi∂ altjó∂ager∂.

Ni∂anfyri er eitt yvirlit yvir netútgávuna av Nor∂urlandamálum vi∂ rótum og fótum og ein stutt kunning um innihaldi∂

í greinunum.

Allar greinarnar í 2. kapitli eru bæ∂i á ís-lendskum, føroyskum, norskum, svensk-um og donsksvensk-um, men greinarnar frá 3.-7. kapittul eru antin skriva∂ar á norskum, svenskum ella donskum. Sostatt eru gó∂ir møguleikar at lesa yrkistekstir á øllum nor∂urlendskum málum um:

• Nor∂urlandamálin me∂ rótum og fótum • Nor∂urlandamál vi∂ rótum og fótum • Nordens språk med røtter og føtter • Nordens språk med rötter och fötter • Nordens sprog med rødder og fødder

(12)

Yvirlit yvir, hvussu nettilfari∂ er skipa∂

Formæli eftir Málrá∂ Nor∂urlanda

1. kapittul Framløga Iben Stampe Sletten

2. kapittul Nor∂urlendsk málsøga

2. a Nor∂urlendsk mál í fortí∂ og nútí∂ Arne Torp

2.b Finskt Kajsa Häkkinen

2. c Sámisk mál Mikael Svonni

2.d Kalaallisut – grønlendskt Carl Christian Olsen

3. kapittul Nútí∂arinnar røtur í fortí∂ini

3. a Om Etymologi (á donskum) Zakaris Hansen

3.b Finskan frysbox för germanska ord (á svenskum) Birgitta Abrahamsson

3. c Den danske tunge (á donskum) Kristján Árnason

4. kapittul Fjølbroyttu Nor∂urlond

4. a Sidemål nå igjen – fy faen! (á norskum) Gunnar Simonsen

4.b På svenska i Finland (á svenskum) Birgitta Abrahamsson

4. c Minoritetsspråk i Norden (á svenskum) Marie-Louise Wentzel

4.d De nordiske specialtegn (á norskum) Arne Torp

4.e Vet du noe om navn i Norden? (á norskum) Gunnar Simonsen 4.f Den islandske navneskik (á norskum) Ari Páll Kristinsson

5. kapittul Hvør ma∂ur sítt mál – málføri nú á døgum

5. a Får du tala ditt eget språk? (á svenskum) Marie-Louise Wentzel 5.b Dialektar – ei historie om dei pene,

dei korrekte eller dei gale? (á norskum) Gunnar Simonsen 5. c Farvel til dialekterne i Danmark (á donskum) Lisbeth Nyborg 5.d Findes der dialekter på Færøerne? (á donskum) Zakaris Hansen 5.e Island – landet uden dialekter? (á donskum) Kristján Árnason

6. kapittul Enskt mál – hóttan ella tilfeingi?

6. a Om purismen (á donskum) Kristján Árnason

6.b Engelsk tur-retur (á donskum) Lisbeth Nyborg

6. c Om domænetab (á donskum) Lisbeth Nyborg

6.d Have a nice day, hörru! (á svenskum) Marie-Louise Wentzel

7. kapittul Mál i røring – men hvagar gongur lei∂in?

7. a Hvor går språket? (á norskum) Gunnar Simonsen

7.b Ord på väg (á svenskum) Marie-Louise Wentzel

7. c Fra runer til sms (á donskum) Lisbeth Nyborg

7.d Globalsprog – nationalsprog – lokalsprog (á donskum) Lisbeth Nyborg

(13)

Kunning um greinar

Nor∂urlendsk málsøga (2. kapittul)

Í mest tµ∂andi táttinum av útgávuni: »Nor∂urlendsk mál í fortí∂ og nútí∂« (2. partur a) ver∂ur fari∂ ígjøgnum menningina frá einum frumnorrønum samupphavi til nútí∂ar nor∂urlendsk mál. Sagt ver∂ur frá líkskapi og byrjandi muni á or∂feingi, or∂ager∂ og setn-ingabygna∂i og um gamla ávirkan, m.a. av latíni og lágtµskum. Eisini ver∂ur røtt um, hvat tveir málbroytingarmyndlar, ættarmyndilin og aldumyndilin eru nµtiligir til sum málvísindalig ambo∂.

Annar kapittul rúmar eisini teimum trimum greinunum: »Finskt« (2. partur b), »Sámisk mál« (2. partur c) og »Kalaallisut-grøn-lendskt« (2. partur d), har lesarin ver∂ur kunna∂ur um bygna∂in og søguna hjá nevndu málum og um málsligu stø∂una í teimum lond-um, har málini ver∂a tala∂.

Hesin kapittul svarar eitt nú spurningunum: Hava øll fólk í Nor∂-urlondum einafer∂ skilt hvør annan uttan himpr? Nær og hvussu broyttist frumnorrøna máli∂ til nútí∂ar málini, íslendskt, føroyskt, svenskt, norskt og danskt? Og hví eru finskt, sámiskt og grønlendskt ikki nor∂urlendsk mál?

Nútí∂arinnar røtur í fortí∂ini (3. kapittul)

Sí∂an koma tríggir tættir, sum úr ymsum hornum lµsa, hvussu fortí∂in sæst aftur í nútí∂ar málnµtslu:

3. partur a. Fyrst er ein táttur um upprunafrø∂i, t.e. vísindini um søguna hjá einstøkum or∂um. Upprunafrø∂i stendur í and-søgn til almennu málsøguna. Or∂asøga er mentanarsøga – ta∂ vátta upprunafrø∂iligar lµsingar av nor∂urlendsku or∂unum or∂, stakkal og bein og av landsnøvnunum. Málsøga er bæ∂i mentanar-søga og fyri ein part landsmentanar-søga.

3. partur b. Annar táttur vísir, hvussu finskt virkar sum »frysti-boks« fyri eina hóp av nor∂urlendskum or∂um, sum eru tikin inn í finska máli∂ fyri meira enn 2000 árum sí∂ani. Av tí at finskt hevur ikki veri∂ fyri nær til so nógvum ljó∂broytingum sum tey nor∂-urlendsku málini, eru tøkuor∂ini ofta var∂veitt í upprunalíki, bert laga∂ eftir finskari ljó∂skipan.

3. partur c. Ein stórur munur millum nútí∂ og mi∂øld er, at fólk úr øllum økinum frá nor∂búgvabygdunum í Grønlandi til Álands og frá Nor∂urnoregi til Jútlands eftir øllum at døma hava skilt hvør annan og hava havt somu reglur fyri rúnaristur. Í sí∂sta tátti í hesum

(14)

parti er stutt kunning um »Danska tungu,« sum samnor∂urlendska mentanarmáli∂ var∂ nevnt, og um teir rithøvundar og tátí∂ar »mál-vísindamenn«, sum nµttu og mentu hetta mál.

Fjølbroyttu Nor∂urlond (4. kapittul)

4. partur a. Neyvan eru onnur vi∂urskifti, i∂ hava líka stóran tµdning fyri mentanarliga samleikan sum máli∂. Menningin av einum norskum skriftmáli var ein sta∂festing av sjálvstø∂u landsins; men hetta troka∂i ikki ta∂ danska burtur, og tí hava nor∂menn í sløk 120 ár havt tvey almenn skriftmál, bókmál og nµnorskt – í ymsum brigdum. Í fyrsta tátti í kapitlinum »Sidemål nå igjen ...« er ein søgu-lig lµsing av sersøgu-ligu norsku málstø∂uni, og røtt ver∂ur um málssøgu-ligu framtí∂ina. Er ta∂ rímiligt, at næmingar skulu upp bæ∂i í sínum høvu∂smáli og sí∂umáli, tá i∂ ta∂ reint málvísindaliga er ivasamt at tala um tvey mál? Og kann spja∂ingin møguliga økja um sosialar ójavnar?

4. partur b. Í Finnlandi eru bæ∂i finskt og svenskt almenn mál. Veitst tú ikki alt fyri eitt, hvat mál ávikavist finnlandssviar og svøríkisfinnar tala – og hvat munurin millum finnar og finnlending-ar er – ver∂ur tú klókfinnlending-ari, um tú lesur táttin »På svenska i Finland«. Nú er ikki longur kravt at læra bæ∂i málini, men hvat hendir vi∂ tvímælinum og nor∂urlendska samhaldinum, um svenskt oftari og oftari ver∂ur valt frá?

4. partur c. Tátturin um »Minoritetsspråk i Norden« elur fram eina mynd av málsliga margfeldinum vi∂ einum yvirliti yvir tey mál, i∂ eru mó∂urmál hjá pørtum av íbúgvunum í Nor∂urlondum, men hvørki eru høvu∂smál, málføri ella innflytaramál. At sámiskt og romani eru vard av evropeiska sáttmálanum um landspartamál og minnilutamál frá 1998, vita kanska tey flestu, men ta∂ er í grund-ini eisgrund-ini galdandi fyri máli∂ hjá eitt nú kvänum í Noregi, torn-dalsfinnum í Svøríki, tartarum og fornrussum í Finnlandi og tµska minnilutanum í Danmark.

4. partur d. Vi∂ einum nor∂urlendskum máli sum mó∂urmáli ver∂ur tú varur vi∂ málslig serdrøg, tá i∂ tú sendir teldupost um enskmælt forrit – og úrsliti∂ ver∂ur ein »stavgreytur«. Flestu skrift-mál vi∂ latínskum stavra∂i eru bøtt vi∂ serstavum. Í hesum tátti ver∂ur sagt frá søguni um eksotisku nor∂urlendsku bókstavirnar æ/ä, ø/ö, å, π og ∂.

Fólkanøvn eru serligt samnor∂urlendskt fyribrigdi. Mong børn eita enn á døgum nøvn vi∂ túsund ára rótum í nor∂urlendskum,

(15)

men fleiri a∂rar bylgjur enn tann nor∂urlendska hava ávirka∂ vali∂ av nøvnum og navnasni∂um. Kapittulin endar vi∂ tveimum brotum um ávikavist navnasi∂ í nor∂urlendskum yvirhøvur (4. partur e) og tann serliga si∂in í Íslandi (4. partur f).

Hvør ma∂ur sítt mál – málføri nú á døgum (5. kapittul)

Var∂ Kalmarsamveldi∂ ikki loyst sundur í 16. øld, høvdu vit kan-ska umrøtt svenskt, norskt, danskt, føroyskt og íslendskt sum nor∂ur-lendsk málføri! Men nú hevur hvørt landi∂ sítt serliga mál – og málføri – eitt nú su∂uroyarmál, norrlendskt, bornholmskt ella jämtlendskt.

5. partur a. At fólk skilja hvør annan er ikki bert treyta∂ av mál-kunnleika, men fyri ein stóran part eisini av hugbur∂i. Fyrsti part-ur í hesum kapitli veitir okkum innlit í, hvussu tolsemi∂ er vi∂ mál-førum í ávikavist Finnlandi, Svøríki, Noregi og Danmark.

5. partur b. Nú á døgum hevur nµtslan av málførum ógvuliga ymiska stø∂u – og harvi∂ útbrei∂slu – í ymsu Nor∂urlondunum. Men ymisk vi∂urskifti kunnu ávirka gongdina. Møguliga kemur eitt mótrák ímóti altjó∂ager∂ini, i∂ er útja∂aranum til fyrimunar. Mundu málførini tá fingi∂ ein ø∂rvísi leiklut? Í partinum »Dia-lekter – ei historie om dei pene, dei korrekte eller dei gale?« ver∂ur m.a. kjakast um stø∂una hjá málførunum í almennu mi∂lunum vi∂ atliti at regluskipa∂um talumáli. Teir mongu spurningarnir í hesum partinum kunnu íbirta nógv mentanarpolitiskt kjak.

5. partur c. Ofta ver∂a vi∂urskiftini millum ríkismál og málføri øsandi lµst solei∂is: »Eitt mál er eitt málføri vi∂ heri og flota« (Max Weinreich). Í táttinum »Farvel til dialekterne i Danmark« ver∂ur umrøtt, hvar »Herur og floti« hjá danska ríkismálinum hava veri∂ serliga sterkir. Sum talumálsbrigdi ræ∂ur ríkismáli∂ at kalla í øllum almennum samskifti, og málføri ver∂a bert havd til húsbrúk. Í grundini halda tey, i∂ siga naka∂ um ta∂, at fongur er í at duga fleiri málbrigdi; hví tykist ta∂ ikki so, tá i∂ samanum kemur?

5. partur d. Tó at málføri eru næstan burturdottin í Danmark, eru tey enn livandi í Føroyum, her máli∂ er nógv fámentari! Kanska tí at fyri hálva 19. øld var einki reglubundi∂ skriftmál, har málførini vór∂u savna∂ og javna∂. Munir í frambur∂i ver∂a gó∂-tiknir, men toli∂ er ikki ta∂ sama, tá i∂ talan er um frábrigdi í mál-læru og or∂feingi – eitt nú tá i∂ or∂ hava ymisk kyn og harvi∂ eisini ymsa bending nor∂anfyri og sunnanfyri. Les meir í greinini: »Findes der dialekter på Færøerne?«

(16)

5. partur e. Í Íslandi er gongdin tann, at sta∂bundin málbrigdi kámast. Ógreitt er, hví máli∂ ver∂ur einshátta∂, men kanska kemur ta∂ av tí, at ljó∂broytingarnar hava veri∂ so smáar sí∂an mi∂øld og at rættskrivingin er tí líti∂ og einki broytt frá forníslendskum. Fornsøgumáli∂ virkar mangan sum fyridømi fyri nútí∂ar talumál, og málsligt stø∂ufesti hevur vi∂ sær, at broyttur frambur∂ur lætt-liga kennist vanvir∂iligur. Les meira í greinini: »Island – landet uden dialekter?«

Enskt mál – hóttan ella tilfeingi? (6. kapittul)

Málsliga samskifti∂ millum nor∂urlond hevur gjøgnum tí∂irnar havt avgerandi tµdning fyri málgongdina, og ikki er alt fari∂ fram í stillum. Nú á døgum er ta∂ samskifti∂ vi∂ enskt, i∂ vekur mestan ans bæ∂i til ilt og gott og sum elvir til miki∂ kjak, i∂ ber dám av málreinsing.

6. partur a. Í fyrsta tátti ver∂ur greitt frá hugtakinum purisma ella strembanini eftir at halda máli∂ »reint« vi∂ at nµta og mæla til ávís or∂ og or∂asni∂, i∂ eru mett at hóska til máli∂. Onnur or∂ ver∂a hildin at vera »órein« og ver∂a tí lúka∂ burturúr. Ta∂ ber til at tala um málreinsing bæ∂i á persónligum og á hægri málpolitisk-um stigi. Í greinini ver∂ur røtt málpolitisk-um hugbur∂ og mannagongd í Danmark, tí minst puristiska Nor∂urlandinum og í Íslandi, tí mest puristiska.

6. partur b. Tí∂ir skifta. Í nor∂urlendskum málum er tøkan úr enskum alsamt vaksandi og hongur saman vi∂ politiska og fíggjar-liga harradøminum hjá USA eftir annan heimsbardaga, men so hevur ikki altí∂ veri∂. Eftir at danskir og norskir víkingar løgdu partar av Onglandi undir seg, virka∂u norrønt og fornenskt li∂ um li∂ í fleiri hundra∂ ár og blanda∂ust so smátt um smátt. Mong av vanligastu or∂unum í enskum stava tískil frá máli, i∂ einafer∂ var∂ tosa∂ í núverandi Tµsklandi, Danmark og Noregi. Søguligu vi∂ur-skiftini ímillum enskt og nor∂urlendskt ver∂a vi∂gjørd í greinini »Engelsk tur-retur«.

6. partur c. Ta∂ er einki nµtt í tí, at tiki∂ ver∂ur frá teimum, i∂ hava valdi∂ og teimum, i∂ tørvur er á at samskifta vi∂ – eitt anna∂ er, at eitt heilt mál ver∂ur avloyst av einum ø∂rum! Tøkan av enskum og amerikonskum or∂um til mi∂lar, handil og tøkni er nú so umfat-andi, at summi halda ta∂ fara at treingja tjó∂armáli∂ fullkomiliga burtur. Greinin snµr seg um málsligan økismiss. Kann ella eigur at

(17)

ver∂a lagt uppí? Eitt forbo∂ fyri enskum er óhugsandi, og eitt krav um at nµta tjó∂armáli∂ er nyttuleyst – men hvat er so at gera?

6. partur d. Í øllum Nor∂urlondum eru ta∂ tey ungu, sum eru høvu∂sinnflytarar úr enskum og amerikonskum. Mong fata seg sjálv sum tvímælingar og hava einki ímóti at geva heimamálinum ein altjó∂a dám vi∂ at nµta ensk frø∂ior∂ og hugtøk, men hví er ta∂ nú snildari at shoppa enn at fara til handils? Hví ljó∂a tµ∂ingar av eitt nú fast food láturligar? Hví skulu vit yvirhøvur geva okkum far um, hvat big pack ella disc man eitur í fleirtali á føroyskum? Tátturin »Have a nice day, hørru« gevur ikki svari∂, men fleiri spurn-ingar og dømi.

Mál í røring – men hvagar gongur lei∂in? (7. kapittul)

7. partur a. Øll livandi mál eru áhaldandi í røring. Talumáli∂ broyt-ist, tá i∂ fólk møta hvør ø∂rum, lurta, ávirkast og kanska broyta málbur∂in eitt sindur, og hóast afturhaldandi ávirkanina av or∂a-bókum, málnevndum og lærarum ver∂ur eisini skriftmáli∂ broytt áhaldandi. Ber til at stµra gongdini? Og hví royna vit at gera ta∂? Í fyrsta parti í kapitlinum ver∂ur spurningur settur: »Hvor går språket?« og hugt ver∂ur eftir, hvussu ymsu Nor∂urlondini taka sær av málbroytingum.

7. partur b. Máli∂ broytist alsamt skjótari, so or∂abøkur ver∂a skjótt avolda∂ar. Ein merking ver∂ur flutt úr einum høpi í anna∂, og ein hjámerking kann skjótt gerast høvu∂smerking. Í kunningar-samfelagnum koma broytingar vi∂ slíkari fer∂, at ikki bert tey gomlu hava ilt vi∂ at fylgja vi∂. Í táttinum »Ord på väg« ver∂ur nomi∂ vi∂ ymsar broyttar merkingar og tær misskiljingar, i∂ kunnu standast av teimum.

7. partur c. Málsøgan er ikki bert bundin at skiftandi or∂feingi, bending og ljó∂læru, men eisini at, hvussu tilfar og kynstur eru ment til at festa, goyma og varpa mál út – undir einum nevnt mi∂lar. Tátturin »Fra runer til sms« gevur eina hóming av, hvønn tµdning nµggir mi∂lar hava havt fyri útlátsins innihald, sni∂ og virki. Fjarritarin, telefonin, útvarpi∂, sjónvarpi∂, teldan og fartelefonin

(18)

hava hvør í sínum lag ávirka∂ menniskjans samveru- og samskift-ishættir á undursaman hátt. Eingin hev∂i t.d. kunna∂ sæ∂ fyri sær, hvat fartelefonin fekk at tµ∂a fyri barna- og ungdómsmentanina – og vert er at geva gætur, at sms-máli∂ og rúnaristurnar hava ymiskt í felag.

7. partur d. Í táttinum »Globalsprog – nationalsprog – lokal-sprog« ver∂ur fari∂ inn á spurningin: Hvussu fer at gangast nor∂urlendsku málunum og alnor∂urlendsku fatanini í 21. øld? Higartil hevur gongdin í Nor∂urlondum veri∂ tann, at málini eru alsamt gli∂in sundur, tí sí∂an sameindu »donsku tungu« er av tjó∂-skaparligum og politiskum grundum lagdur sjógvur ímillum lond-ini málsliga. Nú hevur altjó∂ager∂in eina javnandi ávirkan vi∂ enskum sum altjó∂a máli. Men myndin er ikki eintµdd. At enskt ver∂ur nµtt sum lingua franca tykist í løtuni sum ein missur fyri nor∂urlendska samanhaldi∂, men kemur kanska í ø∂rum umfari at styrkja fólkaræ∂i∂. Frá tí degi ver∂a íslendingar, føroyingar, finnar, grønlendingar og sámar, i∂ á∂ur hava veri∂ partar í samstarvinum á fremmandamáli, í hvussu er á jøvnum føti vi∂ danir, nor∂menn og sviar ...

7. partur e. Óttin fyri framtí∂ini hjá teimum nor∂urlendsku málunum kemur serliga av tí ávirkan, i∂ enskt hevur fingi∂ sum ungdómsmál, handilsmál og mi∂lamál. Men tey nor∂urlendsku málini eru í løtuni ikki í vanda fyri at doyggja út. Onkur sámisk mál eru tó longu burtur, og um allan heim hvørva mál og menta-nir sum ongantí∂ á∂ur. Sambært útrokningum hjá málgranskarum er helvtin av teimum 7300 málunum, i∂ vit vita um, burtur um 100 ár. Í mi∂al doyr eitt mál út tíggjunda hvønn dag, og nú inter-neti∂ vinnur fram, er vandin fyri máldey∂a upp aftur størri. Spurn-ingurin í hesum parti »Uddør de nordiske språk?« er tí ikki óvi∂-komandi. Ta∂ eru hugurin og evnini hjá teimum ungu og møgu-leiki teirra til at tala máli∂, i∂ gera av, hvørja lagnu ta∂ fær. Hvørja málsliga framtí∂ vilja vit hava? Og hvønn leiklut vilja vit, at nor∂ur-lendsku málini skulu hava í framtí∂ini?

Gó∂an lestrarhug!

(19)

A R N E TO R P

Nor∂urlendsk mál í fortí∂ og nútí∂

Mállíkskapur og málmunur,

málættir og málskyldskapur

Fólk hava til allar tí∂ir gáa∂ eftir, at or∂ í ymsum málum líkjast, og tey hava gjørt sær hugsanir um, hví líkskapur og munur eru millum mál. Í tí kristna Evropa var∂ vanliga hildi∂, at øll menniskju upp-runaliga høvdu tala∂ hebráiskt. Ta∂ var jú máli∂ í Gamla testa-menti, og sostatt máttu Ádam og Eva eisini hava tala∂ hebráiskt í Paradísi. Frágrei∂ingin, hví ein ørgrynna av ymsum málum seinni tók seg upp, var eisini at finna í Bíbliuni, í 11. kapitli í 1. Mósebók. Her ver∂ur sagt frá, at menniskjuni í felag ætla∂u at byggja eitt torn, sum skuldi røkka heilt til himmals, men hesa ætlan helt Gud líti∂ um, og tí leg∂i hann uppí og blanda∂i mál teirra solei∂is, at tey ikki longur skiltu hvør annan. Tískil sleptu tey ætlanini og spjadd-ust í sta∂in út um allan heimin.

Ástø∂i∂ um hebráiskt sum frummál er ikki ta∂ einasta, sum hevur veri∂ uppi frá gamlari tí∂. Svenski vísindama∂urin Olof Rudbeck (1630-1702) leg∂i í einum stórætla∂um verki í trimum bindum vi∂ heitinum Atlantica fram ástø∂i∂ um, at oyggjaríki∂ Atlantis, sum Søgnin um Bábilstorni∂

Henda søgn hevur helst tiki∂ seg upp vi∂ stø∂i í einum ovurstórum torni, sum var ein partur av tempulbygningunum í bµnum Bábylon vi∂ Evfrat. Navni∂ Bábylon merkir ’Gudanna portur’, men ísraelar tulka∂u ta∂ sum sni∂ av tí hebráiska sagnor∂inum balal, sum

merkir ’at ørkymla, órógva’, og solei∂is var∂ frumsøgnin um ta∂ sonevnda Bábilstorni∂ til. Máliskan bábilskur

hurli-vasi = ’ru∂uleiki’, sum er til í mongum

evropeiskum málum, vísir upprunaliga til ta stø∂u, sum kom í, eftir at Gud hev∂i lagt uppí og ste∂ga∂ byggingini av torninum vi∂ at blanda tungumálini.

(20)

forngrikski heimspekingurin Platon vildi vera vi∂ hev∂i ligi∂ úti í Atlantshavi, á∂renn ta∂ eftir einari nátt fór undir kav, í roynd og veru var Svøríki. Men ikki nóg miki∂ vi∂ tí: Svenskt var eisini frum-máli∂, sum bæ∂i grikskt, latín og hebráiskt eru sprottin úr.

At ta∂ var minst líka ótrúligt og ósannlíkt ástø∂i sum frum-søgnin sjálv um Atlantis, komu fólk heilt skjótt eftir. Longu fimmti ár seinni gjørdi landsma∂urin Olof von Dalin gjøldur burtur úr hugflognum hjá Rudbeck á henda hátt (í føroyskari tµ∂ing):

Sjálvt navni∂ Ádam er reint svenskt: Ádam var∂ skapa∂ur av mold, av dusti. Ta∂ er jú Av damm (svenskt damm = dust). Tá i∂ V ver∂ur tiki∂ burtur av Av damm, fáa vit Adam.

Eva er eisini reint svenskt navn. Tá i∂ ma∂urin vakna∂i og sá sín vakurleika vi∂ ikki so frægt sum einum fikubla∂i fyri, er ta∂ natúrligt, at hann undra∂ist og seg∂i: He! Hva? Og úr teimum tveimum or∂unum spyrst beinanvegin: Heva? Ástø∂i∂ um, at hebráiskt var upphavi∂ til øll onnur mál, var ikki lætt at prógva – og ta∂ var jú heldur ikki rætt, vísti ta∂ seg seinni. Men á∂renn naka∂ vísindaligt háttalag kundi vísa á ella prógva, hvussu mál vóru í ætt, var ta∂ heldur ikki møguligt at mótprógva slík ástø∂i, sum at hebráiskt ella svenskt mátti vera ta∂ frummáli∂, sum øll heimsins mál eru runnin úr.

Eitt slíkt háttalag kom tó fram fyrst í 19. øld vi∂ uppdagingini av tí, sum vit nevna arvafrø∂iligur (genetiskur) málskyldskapur. Vi∂ teimum sonevndu søguliga-samanberandi málvísindunum fekst eitt neyvt ambo∂ til at kunna avgera, hva∂an líkskapurin millum mál stava∂i. Hann kann nevniliga stava frá:

1. almennum umstø∂um í tí fyrstu málinnlæringartilgongdini, sum gera, at or∂ av slagnum mamma og pápi í stórum dráttum eita umlei∂ ta∂ sama um allan heim

2. or∂atøku, sum t.d. upprunaliga grikska or∂i∂ demokrati ella arábiska or∂i∂ alkohol. Tey eru eisini at finna um stórar partar av heiminum

3. at mál, sum í dag kunnu vera rættiliga ymisk, hava flutt seg í ørsmáum stigum í nógv ættarli∂ frá einum felags upphavi. Bara í tí sí∂sta førinum ber til at tala um arvafrø∂iligan málskyld-skap.

(21)

Í sama tí∂arskei∂i, sum ta∂ søguliga-samanberandi háttalagi∂ mentist, hendi ómetaliga nógv í náttúruvísindum – ikki minst í lív-frø∂i, har i∂ menningarlæran hjá Darwini var ein avgjørdur var∂i á vegnum. Lívfrø∂ingar og málfólk fóru at kalla samstundis í holt vi∂ at nµta tann sonevnda ættarfrymilin fyri at vísa, hvussu bæ∂i

Um eitt ávíst ár skuldi veri∂ sett fyri, nær i∂ søgulig málvísindi, solei∂is sum vit kenna tey í okkara tí∂, tóku seg upp, hev∂i ta∂ veri∂ ári∂ 1786. Ta∂ var nevni-liga tá, at tann bretski eysturlandafrø∂-ingurin Sir William Jones helt ein fyri-lestur fyri The Royal Society í Calcutta í India, har hann m.a. umrøddi ta∂ gamla indiska máli∂ sanskrit á henda hátt:

The Sanskrit language, whatever its antiquity, is of a wonderful structure; more perfect than the Greek, more copious than the Latin, and more exqui-sitely refined than either; yet bearing to both of them a strong affinity, both in the roots of verbs and forms of grammar, than could possibly have been produced by accident; so strong, indeed, that no philologer could examine the Sanskrit, Greek and Latin, without believing them to have sprung from some common source, which, perhaps, no longer exists.

Hugsanin, sum Jones kemur fram vi∂ her, er sostatt, at fleiri mál, sum longu fyri tvey túsund árum sí∂an vóru rættiliga ólík, eina fer∂ í eini uppaftur fjarari fortí∂ hava ment seg úr einum

felags frummáli, sum »perhaps, no longer exists«, sum hann or∂ar ta∂ – hann kundi helst havt slept fyrivarn-inum »perhaps«, men annars var hugsan hansara púra røtt, sum ta∂ skjótt skuldi vísa seg.

Fyrilesturin vakti ans eisini í Evropa, og skjótt vóru málgranskarar í fer∂ vi∂ at royna at finna út av, hvussu ta∂ samband, sum Jones hev∂i bent á, kundi prógvast vi∂ strongum vísindaligum háttalag. Tµ∂andi nøvn í hesum sam-bandi eru tµskararnir Franz Bopp (1791-1867) og Jacob Grimm (1785-1863), og teir og a∂rir løgdu grundar-lagi∂ undir alla seinni gransking av indoevropeiskum málum. Eisini her í Nor∂urlondum høvdu vit ein gransk-ara vi∂ altjó∂a umdømi á sama stigi sum teir bá∂ir á∂urnevndu tµskararnir, danan Rasmus Rask (1787-1832), sum í sínum stutta lívi gjørdi grundleggjandi kanningar í indoevropeiskum, ikki minst í nor∂urlendskum, men hann hev∂i eisini áhuga fyri málum uttan fyri ta indoevropeisku málættina, t.d. finskum og sámiskum.

(22)

1. mynd: Nor∂urlond – landafrø∂iligt øki og si∂bundin mál grønlendskt íslendskt føroyskt danskt svenskt norskt finskt sámiskt nor∂ursámiskt

(23)

núlivandi verur og nútí∂ar mál høvdu ment seg úr undanfarnum skapi og sni∂um. Hesi ættartrø hava mótsett rættiligum skógar-trøum vanliga røturnar í erva og greinarnar vaksandi ni∂ureftir (sí t.d. 4. mynd ni∂anfyri).

Málini í Nor∂urlondum: Tríggjar ættir – mong mál

Í Nor∂urlondum eru bæ∂i mál, sum eru nær skyld, og mál, sum eru av heilt ymsum málættum. Ta∂ politiska-landafrø∂iliga øki∂, sum vit nevna Nor∂urlond, røkkur heilt úr Grønlandi í vestri um Ísland og Føroyar til Finnlands í eystri – vi∂ Danmark, Noregi og Svøríki í mi∂juni. Í hesum stóra øki ver∂a mál tala∂, sum fyri ein part hava felags upphav og fyri ein part ikki (sí 1. mynd).

Sí∂an seinast í 18. øld hava málgranskarar vita∂, at mál broytast vi∂ tí∂ini á ein slíkan hátt, at til ber at seta upp sonevndar lógir fyri, hvussu ljó∂ini á einum stigi í málmenningini svara til eldri og yngri stig í sama máli. Ljó∂lógirnar eru eitt av tµdningarmestu ambo∂unum í tí søguliga-samanberandi háttalagnum, tí vi∂ hesum lógunum hevur ta∂ eydnast at sta∂festa eina rø∂ av málættum, t.e. bólkum av málum, sum hava ment seg úr einum felags upphavi. Hvussu hesar lógir virka í royndum, skulu vit hyggja nærri at seinni.

Fyrst skulu vit bara hyggja at, hvussu ljó∂ligur líkskapur kann ver∂a nµttur til at sta∂festa ymsar málættir. Vit skulu í tí sambandi bera saman tey fimm fyrstu talor∂ini í fµra málum í indoevropeisku málættini, nevniliga norskum, tµskum, enskum og fronskum, og sí∂an tey somu talor∂ini í sámiskum, finskum og ungarskum, sum eru av tí uralsku ættini.

2. mynd: Fimm tey fyrstu talor∂ini í nøkrum indoevropeiskum og uralskum málum

indoevropeiskt uralskt

norskt tµskt enskt franskt sámiskt finskt ungarskt

en/ein eins one un okta yksi egy

to zwei two deux guokte kaksi kettö

tre drei three trois golbma kolme három

fire vier four quatre njeallje neljä négy

(24)

Sum vit síggja, líkjast tølini rættiliga nógv í trimum teimum fyrstu av hesum málunum, og ta∂ kemst av, at tey eru av somu greinini á tí indoevropeiska »trænum«, nevniliga teirri germonsku. Franskt er harafturímóti av tí romansku greinini, sum hevur ment seg úr latíni, sum er eitt sonevnt italiskt mál. Tey fronsku tølini líkjast tí nógv minni tølunum í trimum teimum fyrstu teigunum, men framvegis síggja vit ein vissan líkskap. Tey uralsku tølini harafturímóti eru heilt ø∂rvísi enn tey indoevropeisku, men sµna afturfyri sínámillum líkskap. Í teimum uralsku málunum síggja vit, at sámiskt og finskt mugu vera av eini a∂rari grein enn ungarskt.

Tá i∂ ta∂ snµr seg um heilt ólíkar málættir, hev∂i ta∂ haraftur-ímóti veri∂ bæ∂i óvænta∂ og ósannlíkt, at talor∂ini høvdu líkst hvørt ø∂rum, og sum vit síggja, gera tey ta∂ heldur ikki. Indoevropeiskt og uralskt eru sostatt tvær ymsar málættir, júst tí at ta∂ ikki vi∂ ljó∂lógum ber til at føra prógv fyri einum felags upphavi.

Í einari og somu málætt kunnu vit harafturímóti brúka ljó∂-lógirnar til at sta∂festa ymsar undirbólkar. Sum vit síggja av hesum dømum, kunnu verandi mál í einari málætt ofta vera rættiliga ólík, júst á sama hátt sum fjar skyldfólk eru ta∂ í tí lívfrø∂iliga heimi-num. Um so er, at tey eru av somu ætt, eru tey hinvegin ment úr einum og sama »frummáli«. Hetta frummál hava vit ofta ikki naka∂ ítøkiligt prógv um í skrivligum ella ø∂rum minnismerkjum, júst sum vit heldur ikki vita serliga nógv um, hvussu forfedrar okkara í fyrndini sóu út.

Í málvísindum kunnu granskarar hinvegin rættiliga sannlíkt endurskapa slík ókend »frummál« vi∂ tí søguliga-samanberandi hátta-lagnum. Hetta háttalag mi∂ar m.a. eftir at bera saman bæ∂i núver-andi mál og ikki minni tey ítøkiligu sni∂ini, sum vit hava prógv um í skrivligum frásøgnum. Í Nor∂urlondum eru nú á døgum mál, sum eru av trimum ólíkum ættum, og sambandi∂ millum tey ein-støku málini í hvørjari ætt ver∂ur ímynda∂ sum í 3. mynd.

Ta∂ er tískil tµdningarmiki∂ at skyna á nor∂urlendskum málum – sum er felagsheiti fyri tann nor∂urgermanska undirbólkin av tí indoevropeisku ættini: danskt, svenskt, norskt, føroyskt og íslendskt – og málunum í Nor∂urlondum, sum eisini fevna um mál úr bæ∂i tí uralsku málættini: sámiskt og finskt – og úr tí eskimoisku-aleutisku ættini: grønlendskt.

Ta indoevropeisku málættina skulu vit seinni siga nógv meira um, men fyrst skulu bara sigast nøkur fá or∂ um hinar bá∂ar málættirnar.

(25)

Grønlendskt er av tí eskimoisku-aleutisku ættini, tí grønlendingar ella inuittar, sum teir nevna seg sjálvar, hava síni málsligu ættarfólk vestanfyri – í Nor∂uramerika – úr Nor∂urkanada og Alaska til oyggjabólkin Aleuturnar sunnan fyri Beringshavi∂.

Ættarnavni∂ uralskt sigur frá, at málgranskarar meta, at finnar og sámar hava sínar málsligu røtur í námind av Uralfjøllunum í Russlandi. Tann uralska ættin fevnir – umframt um ymsar smáar málbólkar í Russlandi – eisini um eitt stórt evropeiskt mál, nevni-liga ungarskt, og um estiskt, sum bæ∂i málsnevni-liga og landafrø∂inevni-liga er granni hjá finskum. Í roynd og veru eru finskt og estiskt so nær í ætt, at tey fyri ein part eru sínámillum fatilig. Men fatanin gongur í stórum dráttum bara annan vegin – estar skilja nógv betur finskt, enn finnar skilja estiskt!

Ta∂ er eisini galdandi nógva a∂rasta∂ni í heiminum, at fólk í einum lítlum málsamfelag oftast eru nógv raskari at skilja ta∂ »stóra« máli∂ enn øvut. Ta∂ síggja vit m.a. eisini í sambandinum millum smá og stór nor∂urlendsk mál: Best liggur fyri hjá okkum føroyingum, sum eru ta∂ minsta samfelagi∂. Vit skilja í roynd og veru væl øll nor∂urlendsk mál – írokna∂ eitt sindur av íslendskum. Á aftasta beinki enda hinvegin ofta sviar, sum eru ta∂ størsta nor∂urlendska málsamfelagi∂ – nærum 9 milliónir í tali: Kanningar hava víst, at sviar skilja verri bæ∂i danskt og norskt, enn danir og nor∂menn skilja svenskt.

Sámiskt kann málsliga neyvan roknast sum bara eitt mál, tí tey ólíkastu sámisku »málførini« eru eins ólík og t.d. meginnor∂urlendskt

indoevropeiskt uralskt eskimoiskt-aleutiskt

germanskt finskt-ugriskt

nor∂urlendskt (= nor∂urgermanskt) sámiskt eystursjóvarfinskt

danskt svenskt norskt føroyskt íslendskt (nor∂ursámiskt finskt grønlendskt lulesámiskt,

su∂ursámiskt)

3. mynd: Málættirnar og málini í Nor∂urlondum

]

w

]

w

]

w

]

w

]

w

]

w

]

w

]

w

]

]

]

]

]

w

]

w

]

w

]w ]w

(26)

og tµskt eru ta∂, t.e. at ta∂ ikki ber til at skilja tey sínámillum (sí brot-i∂ um sámiskt, 2c). Hetta hevur vbrot-i∂ sær, at sámar úr ymsum mál-føraøkjum ofta ikki kunnu tosa saman á sámiskum, men mugu í sta∂in nµta eitt felags fremmant mál; í royndum ver∂ur ta∂ tí meiri-lutamáli∂ í landinum (norskt, svenskt, finskt ella russiskt). Eitt slíkt felags fremmandamál, sum ver∂ur brúkt av fólki vi∂ ólíkum mó∂-urmálum, tá i∂ tey tala saman, nevna vit eitt lingua franca.

Lingua franca ver∂ur í dag nµtt um

eitt og hvørt mál, sum fólk vi∂ ymsum mó∂urmálum nµta sum felags sam-skiftisambo∂, uttan at nakar av teimum hevur ta∂ sum mó∂urmál. Í okkara tí∂ er ta∂ fyrst og fremst enskt, sum hevur henda leiklut í stórum pørtum av heiminum, men t.d. í tí, sum á∂ur var Sovjetsamveldi∂, er ta∂ oftast russiskt, og í Afrika kunnu ta∂ vera ymisk gomul evropeisk hjálandamál (enskt, franskt, portugisiskt), men eisini meira sta∂bundin afrikonsk mál (t.d. swahili í Eysturafrika).

Heilt bókstavliga merkir lingua franca hinvegin ’franskt mál’, men hetta heiti vísti upprunaliga ikki til ta∂, sum vit nú á døgum kenna sum franskt, men til eitt sonevnt pidginmál, t.e. eitt einfalda∂ hjálparmál, sum eingin hevur sum mó∂urmál, men sum bara ver∂ur nµtt, tá i∂ fólk hvør vi∂ sínum mó∂urmáli tosa saman. Hetta upprunaliga lingua

franca var tá eitt slíkt pidginmál vi∂

ógvuliga einfalda∂ari mállæru grunda∂ á or∂ úr ymsum romanskum málum (serliga provençalskum, italskum og sponskum), og ta∂ var∂ nµtt í handils-samskifti vi∂ Mi∂jar∂arhavi∂ í fleiri

hundra∂ ár, frá mi∂øld og fram til 19. øld. Á okkara døgum eru nógv pidginmál í ø∂rum pørtum av heimi-num, oftast grunda∂ á or∂ úr evro-peiskum hjálandamálum (serliga enskum og fronskum).

Á∂ur var eisini eitt pidginmál í Nor∂urlondum, ta∂ var russara-norskt, sum var∂ nµtt í tí sonevnda pomorhandlinum, i∂ fór fram millum russar og nor∂menn í Nor∂urnoregi frá 18. øld og fram til fyrra heimsbar-daga. Or∂ini í russaranorskum vóru partvíst tikin úr russiskum og partvíst úr norskum, men eisini úr ymsum ø∂rum evropeiskum málum (enskum, tµskum, ni∂urlendskum).

Ávísingar til internetatsetur, har tú kanst lesa meiri um lingua franca,

russaranorskt og pomorhandilin,

eru á sí∂u 74.

(27)

Ta∂ er nú ikki serliga óvænta∂, at mál, i∂ ikki hava felags upphav, eru ógvuliga ymisk. Men eisini í teimum einstøku málættunum eru ofta stórir munir millum tey ymsu málini. Ta∂ er í stóran mun gald-andi í tí uralsku ættini og ikki minni í tí indoevropeisku ættini, sum vit nú skulu hyggja eitt sindur nærri at.

Tann indoevropeiska málættin

Tann fyrsti, sum teknar ættartræ fyri ta indoevropeisku ættina, er tµskarin August Schleicher (1821-68). Hansara ættartræ sær solei∂-is út:

Ta∂ skal fatast á tann hátt, at Schleicher hugsa∂i sær, at frumin-doevropeiskt fyrst bµtti seg í tvær »greinar« – »áriskt-grikskt-italo-keltiskt« og »germano-sláviskt« – sí∂an bµtti hvør av hesum bólkum seg aftur í tvey o.s.fr. Hvørt av hesum sundurbµtum var sostatt eitt úrslit av, at málførismunir høvdu tiki∂ seg upp í einum upprunaliga

4. mynd: Indoevropeiska ættartræi∂ hjá Schleicher. Tey fµra nútí∂armálini, sum standa ni∂ast í »trænum« vi∂ skákskrift, eru ikki vi∂ hjá Schleicher; tey eru skoytt uppí her. Hví júst hesi málini eru tikin sum dømi, ver∂ur greitt frá ni∂anfyri.

]

w

]

w

]

]

w

]

] w

]

]

]

]

w

]

w

]

w

]

w

]

w

]

w

]

w

]

w

]

w

]

w

]

]

]

]

w

]

]

]

]

]

]

w

]

] w

]]w

]

]

]

w

frumindoevropeiskt áriskt-grikskt-italo-keltiskt germano-sláviskt grikskt-italo-keltiskt

áriskt italo-keltiskt balto-sláviskt

indiskt iranskt grikskt albanskt italiskt keltiskt sláviskt baltiskt germanskt

(28)

einvor∂num indoevropeiskum frummáli. Slíkir málføramunir taka seg serliga upp, eftir at ymsir bólkar av tí upprunaliga fólkabólk-inum eru farnir »heimanífrá« (hvar i∂ ta∂ enn kann hava veri∂, veit eingin vi∂ vissu) og hava sett seg ni∂ur á heilt ymsum stø∂um.

Sonevndar geolektir – t.e. landafrø∂iligir talumálsmunir ella ta∂, sum vit eisini nevna málføri – taka seg vanliga upp av náttúrubund-num lendisfor∂ingum av onkrum slag. Ta∂, sum ger mun á málfør-um, er fyrst og fremst stór landafrø∂ilig frástø∂a ella landslag vi∂ høgum fjøllum og ógongdum skógum ella mµrilendi, i∂ tarna øllum dagligum samskifti. Ta∂ er ikki fyrr enn vi∂ nútí∂ar fjøl-mi∂lum – serliga teimum elektronisku – at vit fyri fyrstu fer∂ í søg-uni eru før fyri at samskifta vi∂ hvønn ta∂ skal vera uttan at hugsa um náttúrubundnar for∂ingar ella frástø∂u. Útflyting til fjarlagin øki hev∂i tí í gamlari tí∂ av sonnum vi∂ sær, at málføramunir tóku seg upp. Hesir málføramunir hava so vi∂ tí∂ini vaksi∂ seg størri og for∂a∂ fyri øllum málsligum samskifti millum teir ymsu útflytara-bólkarnar.

Um vit fata »træi∂« á 4. mynd sum eina framseting av verulig-um líkskapverulig-um og munverulig-um millverulig-um ólík mál nú á døgverulig-um sæst, at myndilin hóskar heilt væl: Mál, sum eru av somu grein, eru líkari

Upphavi∂ til tey indoevropeisku málini liggur framvegis í hálvmyrkri, bæ∂i tá i∂ ta∂ ræ∂ur um tí∂ og sta∂. Vanligasta hugsanin er, at øll tey indo-evropeisku málini ganga aftur til eitt frumsni∂, sum var eitt eindarmál fyri um lei∂ 5-6000 árum sí∂an og var∂ tala∂ av einum fólkabólki, sum bú∂i onkusta∂ni nor∂an fyri ella sunnan fyri Svartahavi∂ – her eru granskarar ikki samdir.

Tann fyrsti bólkurin, sum fór »heimanífrá«, var eftir øllum at døma

tey, sum seinni eru kend sum hetittar, eitt gamalt mentafólk í Eysturásia. Summir granskarar meina, at henda útflyting fór fram fyri minst 4.000 árum sí∂an. Seinni eru teir ymsu bólkarnir – indoiranar, slavar, keltar, germanar – farnir í ymsar ættir, solei∂is at vit so vi∂ og vi∂ fingu indoevropeisk mál um alt Evropa og ein stóran part av Ásia. Vi∂ hjálandatøku í nµggjari tí∂ hava indoevropeisk mál sum enskt, spanskt, franskt og portugisiskt breitt seg til allar heimspartar.

(29)

hvørt ø∂rum enn mál, sum eru av ymsum greinum. Franskt, pólskt og tµskt eru rættiliga ólík, hóast Tµskland er granni hjá bæ∂i Frak-landi og PólFrak-landi. At hesi trµ mál kortini eru so ymisk, kemst av, at greinarnar, sum tey eru av, skiltust fyri ógvuliga langari tí∂ sí∂an. Tey hava tí havt gó∂a tí∂ til at menna síni serey∂kenni.

Tá i∂ ein fólkabólkur, sum upprunaliga talar sama mál, ver∂ur bµttur sundur í fleiri bólkar, sum ikki longur hava sam-band hvør vi∂ annan, fær ta∂ so vi∂ og vi∂ stórar avlei∂ingar fyri máli∂. Og høvu∂sorsøkin, at solei∂is er, er heilt einfalt tann sannroynd, at fólk ikki liva æviga. Tí má hvørt ættarli∂ so at siga skapa máli∂ av nµggjum: máli∂ má byggjast upp í smábarnaaldri vi∂ grundarlag í tí málinum, sum barni∂ hoyrir í sínum umhvørvi. Ta∂ er jú als ikki løgi∂, at smáir munir taka seg upp millum ta∂ máli∂, sum ta∂ eldra ættarli∂i∂ hevur, og ta∂ máli∂, sum børnini »seta saman«. Sæ∂ úr sjónarhorninum hjá eldra ættar-li∂num tosa tey ungu »skeivt«, men um so er, at nóg nógv gera sama »mistak«, gerst »mistaki∂« vi∂ tí∂ini nµggj si∂venja.

Sum eitt ítøkiligt dømi kunnu vit nevna or∂i∂ tak, sum í dag kann hava tvær heilt ymsar merkingar: Vit kunnu tala um tak á einum húsum, og vit kunnu »taka eitt

tak«, t.e. taka fastliga í okkurt. Her vóru

á norrønum tvey or∂, sum vór∂u fram-borin ymist: Um at taka fastliga í okkurt var∂ sagt tak, men um »húsatak« var∂ or∂i∂ πak nµtt, vi∂ tí sama th-ljó∂inum fremst í or∂inum sum í enska thing. Her hava øll meginnor∂urlendsku málini fyri

langari tí∂ sí∂an mist th-ljó∂i∂, og ta∂ hendi fyri ein stóran part longu í mi∂øld. Her hava vit sostatt dømi um eitt »fram-bur∂armistak«, sum hevur tiki∂ seg fram um øll Meginnor∂urlond. Í Íslandi er munurin millum π og t harafturímóti var∂veittur, so har eitur ta∂ framvegis

tak (um ta∂ at taka í naka∂) og πak

(húsatak).

Men eisini í Íslandi er máli∂ broytt frá eldri tí∂ – hóast als ikki so nógv sum í Meginnor∂urlondum. Eitt dømi um hetta hava vit í sjálvljó∂inum y, sum er vor∂i∂ i í íslendskum. Ta∂ merkir eitt nú, at íslend-ingar bera fram nútí∂ av sagnor∂unum

bítur og flµtur sum rímor∂. Eisini á

føroysk-um er samanfall. Vit siga /bítur/ og /flítur/ (hinvegin ver∂a or∂ini skriva∂ ymist:

bítur og flµtur). Harvi∂ kunnu vit

sta∂-festa, at fólk í Meginnor∂urlondum hava gjørt ávís »mistøk«, sum ikki hava vunni∂ undirtøku í Íslandi og lutvíst í Føroyum, men íslendingar hava gjørt onnur »mis-tøk«, sum ikki eru vanlig a∂rasta∂ni.

Kjarnin er sostatt, at ikki øll gera tey somu »mistøkini«, hóast máli∂ í fyrstuni var líkt: Um fólk bara liva sundurskild nóg leingi, er eingin ivi um, at munir taka seg upp, tí fólk í ólíkum umhvørvi gera ymisk »mistøk«.

(30)

Tµskt og íslendskt eru heldur ikki mál, sum ta∂ ber til at skilja sínámillum, men tey líkjast kortini hvørt ø∂rum nógv meira enn málini í teimum trimum grannalondunum, hóast so langt er ímillum Tµskland og Ísland. At tµskt og íslendskt eru so miki∂ lík, má koma av skyldskapi: bæ∂i eru germonsk mál.

Ættarmyndilin og nor∂urlendsk mál

Tá i∂ ættarmyndilin ver∂ur brúktur til nor∂urlendsk mál, spyrst har-afturímóti eitt úrslit burturúr, sum ikki samsvarar eins væl vi∂ ta∂, sum vit vanliga fata sum tµdningarmiklar munir og líkskapir millum tey ymsu málini.

5. mynd: Flokking av teimum nor∂urlendsku málunum eftir ættarmyndlinum

Um vit »lesa« hetta træi∂ á sama hátt, sum vit gjørdu vi∂ ta∂ indo-evropeiska træi∂ í undanfarna broti, skuldu vit vænta∂, at norskt líkist íslendskum og føroyskum meira enn svenskum og donskum. Vit vita tó, at so er ikki; nor∂menn skilja danskt og svenskt rímiliga væl, svenskt enntá næstan líka væl sum mó∂urmáli∂, men teir skil-ja hvørki íslendskt ella føroyskt. Í hesum føri er ta∂ sostatt ikki rætt, at mál, sum liggja hvørt ø∂rum nær í »greinaverkinum«, eisini líkjast hvørt ø∂rum á tann hátt, at tey t.d. eru til at skilja sínámill-um – ta∂ er nevniliga ikki galdandi fyri teir tríggjar »kvistarnar« (íslendskt, føroyskt, norskt) á teirri vesturnorrønu greinini. Samstund-is ber til at skilja bá∂ar kvSamstund-istarnar (svenskt, danskt) á teirri eystur-norrønu greinini bæ∂i sínámillum og hjá einum av teimum vestur-norrønu kvistunum (norskum). Her ber sostatt ikki til at nµta ættar-myndilin sum lei∂beinara til at finna líkskap og mun millum nútí∂ar málsni∂ini, tí ta∂ er neyvan nakar, sum í álvara heldur, at norskt líkist meira íslendskum og føroyskum enn svenskum og donskum.

frumnorrønt

vesturnorrønt eysturnorrønt

íslendskt føroyskt norskt svenskt danskt

]

]

w

]

]

]

]

w

]]

]] w

]

]

w

]

]

w

]

]

w

]

]

w

(31)

Hví vit kortini tosa um »eysturnorrønt« mótvegis »vesturnorrøn-um« skulu vit siga meira um seinni. Ta∂ eru nevniliga ávísar søgu-ligar orsakir, sum gera, at ta∂ lei∂ir í óføri at nµta ættartræmyndil-in til at vísa líkskap og mun millum tey núverandi nor∂urlendsku málini. Men fyrst skulu vit hyggja eitt sindur nærri at tí stóra bólki-num, sum tey nor∂urlendsku málini eru partur av í teirri indoevro-peisku ættini, nevniliga teimum germonsku málunum.

Tann germanska málgreinin

Germonsk mál eru nú á døgum spjadd út um meginpartin av heimi-num; fyrst og fremst kemst ta∂ av hjálandatøku í nµggjari tí∂, t.e. tey seinastu um lei∂ 300 árini. Hóast hesi mál upprunaliga hoyra heima í Evropa, eru ta∂ nøkur teirra, sum stórt sæ∂ ver∂a tala∂ uttan fyri Evropa – ta∂ er ikki minst galdandi fyri ta∂ sonevnda heimsmáli∂ enskt.

Í grundini er eitt germanskt mál til, sum bara ver∂ur tala∂ í su∂-urpartinum av Afrika, ta∂ er afrikaans. Ta∂ er fyrst og fremst mó∂ur-mál hjá teimum sonevndu boarunum, sum komu úr Ni∂urlondum til hetta øki∂ frá mi∂jari 17. øld og úteftir.

Jiddisch, máli∂ hjá teimum evropeisku jødunum, er í høvu∂s-dráttum grunda∂ á tµskt, men hevur eisini ein fittan part úr hebráisk-um. Undan seinna heimsbardaga vóru ta∂ nógv fleiri, i∂ tala∂u ta∂. Seinast í 1920-árunum var∂ rokna∂ vi∂ uml. 7 milliónum í Evropa, og í 1930-árunum millum 1 og 1,5 millión í USA. Spurnarteknini í talvuni vísa, at ta∂ vanta upplµsingar um tali∂.

mó∂urmálsbrúkarar mó∂urmálsbrúkarar

mál í Evropa uttan fyri Evropa

enskt 60.000.000 400.000.000 tµskt 98.000.000 ? ni∂urlendskt 21.000.000 ? svenskt 9.000.000 ? afrikaans ? 6.000.000 danskt 5.300.000 ? norskt 4.500.000 ? frísiskt 400.000 ? jiddisch ? 400.000 íslendskt 280.000 ? føroyskt 55.000 ?

6. mynd: Germonsk mál – tal á mó∂urmálsbrúkarum

Kilde:

www

.ethnologue

(32)

Hvussu hesi ellivu mál hava ment seg frá tí upprunaliga indoevro-peiska frummálinum, kann lµsast vi∂ teimum háttaløgum, sum ver∂a nµtt í søguliga-samanberandi málvísindum. Og her ver∂ur sum nevnt arbeitt út frá grundregluni um, at ljó∂broytingar ikki eru tilvild-arligar, men stµrdar eftir heilt ávísum ljó∂lógum.

Tann germanska ljó∂skúgvingin

Ta∂ tµdningarmesta ey∂kenni∂, sum skilur germonsku málgreinina frá restini av indoevropeisku málættini, er ein ljó∂lóg, sum nevnist tann germanska ljó∂skúgvingin. Ta∂ er henda ljó∂skúgving, sum er orsøk til, at or∂ini fa∂ir og fæ byrja vi∂ f í øllum nor∂urlendskum málum, me∂an t.d. tey tilsvarandi or∂ini í latíni byrja vi∂ p: pater og pecu (frambori∂ /peku/ vi∂ u, sum í t.d. or∂inum su∂).

Sum vit síggja, eru tey nútí∂arligu nor∂urlendsku or∂ini fa∂ir og fæ rættiliga ólík teimum latínsku or∂unum pater og pecu. Men um vit fara aftureftir í málsøguni, síggja vit, at tey tilsvarandi germonsku or∂ini líkjast enn meira teimum latínsku. Fyri túsund árum sí∂an – altso í nor-rønum – æt ta∂ t.d. fa∂ir og fé, og fara vit fimmhundra∂ ella túsund ár longur aftur – til frumnorrønt ella frumgermanskt – æt ta∂ fa∂er og fehu, og tá sæst beinanvegin, at frástø∂an til pater og pecu er munandi minni. Leggi∂ kortini til merkis, at eisini hesi elstu germonsku or∂sni∂ini byrja vi∂ f; gjørdu tey ikki ta∂, hev∂i ta∂ víst, at tey vóru ikki ger-monsk, men at tey máttu vera lænt av eini a∂rari grein í indoevro-peisku málættini – ella frá eini heilt a∂rari málætt.

Navni∂ norrønt ver∂ur vanliga brúkt um máli∂ í Noregi, Føroyum og Íslandi frá 10. øld og fram at uml. 1350. Tá var máli∂ í hesum londum næstan ta∂ sama, tí føroyingar og íslendingar vóru upprunaliga norskir útfarar – flestir av Vesturlandinum. Nútí∂ar íslendskt og føroyskt hava tí eisini ey∂sµndan líkskap vi∂ málførini í Vesturnoregi, sum kanska partvíst kemur av teirra felags upphavi, men onnur vilja vera vi∂, at ta∂ eisini kann stava frá sam-bandi vi∂ Noreg seinni í tí∂ini.

Á norrønum máli eru til stórar bókmentir, sum fyrst og fremst eru verk eftir íslendingar – tær íslendsku mi∂aldarbókmentirnar á mó∂urmáli-num eru munandi størri og tµdningar-meiri enn á øllum ø∂rum nor∂urlend-skum málum til samans. Tey flestu bókmentaligu verkini eru var∂veitt í handritum, sum fyri ta∂ mesta røkka aftur til 13. øld.

Danskt og svenskt mál vóru longu hesa tí∂ina naka∂ ólík norrønum, t.e. at málføraskilna∂urin millum

(33)

Arvor∂, tøkuor∂ og innflutt or∂

Or∂ sum »fylgja ljó∂lógunum«, solei∂is sum vit sóu í dømunum fa∂ir og fæ, hava ætlandi veri∂ til í málinum frá fyrndartí∂, og tí nevna vit tey arvor∂.

Tann germanska ljó∂skúgvingin hevur kortini ikki rakt øll or∂, i∂ svara til latínsk or∂, sum byrja vi∂ p. Í nútí∂ar germonskum málum hava vit t.d. ein hóp av or∂um, sum byrja vi∂ pater- ella patr- sum t.d. paternalisma og patriarkur. Øll hesi or∂ hava okkurt »fa∂irligt« yvir sær, og ta∂ er ikki tilvildarligt. Hetta eru tøkuor∂ ella innflutt or∂, sum eru avleidd av latínska (ella grikska) sni∂inum pater.

Á samsvarandi hátt er lµsingaror∂i∂ pekunierur avleitt av tí latín-ska or∂inum pecu. Í gamla Róm var pecu (= húsdjór, stórfena∂ur)

lendsku málini var longu á veg – serliga sást, at danskt tók at skilja seg burt-urúr.

Frumnorrønt er ta∂ elsta sni∂i∂ av

germanskum máli, sum vit hava ítøkilig prógv um á skrivligum minnismerkjum. Frumnorrønt er bara var∂veitt í inn-skriftum vi∂ einum serligum germonsk-um stavra∂i, sgermonsk-um vit nevna rúnir. Tey flestu rúnateknini minna um teir latín-sku bókstavirnar, sum vit nµta nú á døgum, og ta∂ vísir, at tann ella tey, sum komu vi∂ rúnunum, kendu til eitt ella fleiri av teimum stavrø∂um, sum vóru í nµtslu í Mi∂jar∂arhavslondunum. Tær elstu innskriftirnar stava frá umlei∂ ár 200 e.Kr., og fram til uml. ár 500 var máli∂ í Nor∂urlondum frumnorrønt – og allarhelst rættiliga einvor∂i∂. Kendasta av øllum rúnarist-um stó∂ á einrúnarist-um drykkjuhorni úr gulli, sum í 1734 var∂ funni∂ í jør∂ini vi∂ bygdina Gallehus í Su∂urjútlandi.

Tµddur ljó∂ar teksturin solei∂is: Eg

Lægestur holtingi (møguliga: sonur Holt) gjørdi horni∂.

Hvussu tætt hetta máli∂ er frumger-monskum, síggja vit á hesi samanber-andi uppseting, har i∂ gullhornsinnskrift-in er »umsett« í fyrsta lagi til endur-skapa∂ frumgermanskt (merki∂ * fram-man fyri innskriftina merkir, at vit ikki hava beinlei∂is keldur frá hesum málstigi), í ø∂rum lagi til samtí∂ar germanska máli∂ gotiskt, sum vit kenna frá eini bíbliutµ∂ing, og í tri∂ja lagi til ta∂ munandi yngra norrøna máli∂.

FRUMGERMANSKT(uml. 200 f. Kr.)

*Ek Hlewagastiz hultijaz hurnan tawido-n FRUMNORRØNT(400-árini)

Ek HlewagastiR holtijaR horna tawido GOTISKT(300-árini)

Ik Hliugasts hulteis haúrn tawida NORRØNT(frá uml. 1000) Ek Hlégæstr hyltir horn tá∂a

(34)

nevniliga eitt vanligt vir∂ismál, sbr. at leysafæ á norrønum var∂ nevnt liggjanda fé, og húsdjór ganganda fé.

Innflutt or∂ kunnu vit sostatt ikki nµta til at vísa á skyldskap mil-lum mál. Um so var, kundu vit út frá »nor∂urlendskum« or∂um sum sauna og sisu ella anorakkur og kajakk komi∂ til ta ni∂urstø∂u, at nor∂urlendsk mál vóru skyld vi∂ finskt ella grønlendskt, men so er ikki. Ta∂, sum innflutt or∂ harafturímóti vísa, er, at beinlei∂is ella umvegis samband hevur veri∂ ímillum fólk, i∂ tosa gávu- og tøku-máli∂.

Arvor∂ini í málinum hoyra helst til

ta∂, vit rokna sum ta∂ mi∂stadda or∂feingi∂, eitt nú talor∂ (sí omanfyri) og heiti fyri næstu skyldfólk, sbr. fa∂ir,

mó∂ir, systir og bró∂ir. Men longu tá i∂

vit koma til eitt sindur fjarari skyldfólk, hevur meginnor∂urlendskt ofta innflutt or∂; sbr. onkel, tante, nevø og niese, sum øll koma úr fronskum; sbr. nor∂urlendsk arvor∂ (samansetingar) sum farbró∂ir/morbró∂ir, fastir/mostir (<fa∂irs/ mó∂ur systir) og systkinabarn.

Innflutt or∂ ver∂a ofta bµtt sundur í

tøkuor∂ og fremmandaor∂. Treytin fyri

hesum bµti er, hvussu »fremmand« tey kennast: Um eitt or∂ er so inngrógvi∂ í máli∂, at ta∂ bara eru málsøgufólk, sum duga at síggja ella hoyra, at or∂i∂ upprunaliga er innflutt, ver∂ur ta∂ van-liga nevnt tøkuor∂. Hetta er t.d. galdandi fyri meginnor∂urlendsk or∂, sum upp-runaliga stava frá tí germanska »systur-málinum« lágtµskum – ta∂ eru bara tey, sum kenna málsøguna, i∂ vita, at or∂ sum prate, snakke og språk eru lágtµsk innflutningsor∂, me∂an samheitini tale,

tunge og mål eru nor∂urlendsk arvor∂

– fyri teimum, i∂ ikki kenna málsøguna,

kundi ta∂ eins væl veri∂ øvut. Í Føroy-um eru tey lágtµsku or∂ini eisini vanlig í talumálinum, men tey eru ikki so væl sædd í skrift, og á tann hátt læra vit øll eitt sindur av málsøgu.

At tey lágtµsku or∂ini eru so líti∂ fremmand kemst helst av, at tey bæ∂i hava veri∂ í nµtslu í meginnor∂urlend-skum málum rættiliga leingi – nógv tey flestu komu inn í mi∂øld – og at lág-tµskt er eitt nærskylt germanskt systur-mál. Tí skuldu heldur ikki stórar broyt-ingar til, á∂renn tey fullu ótarna∂ inn – tey trµ or∂ini omanfyri eita t.d.

pra-ten, snakken og sprake á lágtµskum.

Hinvegin er ein vissur fremmandur dámur yvir or∂um sum konversera og

lingvistikkur, sum rúma pørtum, i∂ vit

ikki beinlei∂is skilja. Arvor∂ og tøku-or∂ vi∂ meira enn tveimum stavilsum eru harafturímóti helst samansett av eindum, sum vit skilja – sbr. sam-tala og

mál-vísindi. Or∂ sum konversera og ling-vistikkur nevna mong tí fremmandaor∂.

Tann fremmandi dámurin kemur oftast av, at tey eru tikin úr fjarari málum – tey bæ∂i seinast nevndu stava t.d. úr latíni. Men ta∂ fremmanda kann eisini koma av, at or∂ini eru nµinnflutt – fesk

(35)

Meginnor∂urlond: Ymisk mál ella bara málføri?

Eitt landafrø∂iligt øki, har talumáli∂ skiftir á slíkan hátt, at grannar altí∂ kunnu tala saman á sínum mó∂urmáli og solei∂is, at ongum av pørtunum nµtist serliga venjing ella upplæring til at skilja hin partin, nevnist eitt málførahøpi (dialektkontinuum). Ni∂anfyri sært tú, hvat vit hugsa okkum, at fólk úr trimum stórum meginnor∂ur-lendskum bµum høvdu svara∂, um tey vór∂u spurd, hvar tey bú∂u – her høvdu trupulleikar vi∂ at skilja ikki tiki∂ seg upp, hóast ta∂ ikki snµr seg um grannabµir. Gevi∂ gætur, at stavsetingin endurgev-ur frambendurgev-ur∂in; hon vísir sostatt ikki ta vanligu stavsetingina.

ensk innflutt or∂ sum knowhow og

good-will avdúka lættliga seg sjálv bæ∂i í

stav-seting og frambur∂i. Harafturímóti eru ta∂ valla onnur enn málfólk sum vita, at eitt gamalt tøkuor∂ sum gegl stavar frá

enskum gaol ella jail – her er tillagingin til føroyskan málbygna∂ fullkomin, bæ∂i tá i∂ ta∂ ræ∂ur um stavseting og fram-bur∂. Gegl má harvi∂ greitt roknast sum tøkuor∂ og ikki fremmandaor∂.

(36)

Tey sta∂bundnu málførini í Meginnor∂urlondum eru eitt slíkt málførahøpi. Fer∂ast vit su∂ureftir úr Finnmørk í Noregi gjøgnum alt Noreg, Svøríki og Danmark til Su∂urjútlands ella vestureftir úr Eysturbotni í Finnlandi gjøgnum Norrland í Svøríki til vesturstrond Noregs, so eru grannamálførini alla tí∂ina til at skilja sínámillum. Frástø∂umál

Um t.d. ein bóndi frá Älvdalen í Svøríki og ein fiskima∂ur úr Vest-urjútlandi í Danmark skuldu tosa∂ saman hvør á sínum sta∂bund-na málføri, høvdu stórir trupulleikar harafturímóti tiki∂ seg upp. Av tí at älvdalsmál og vesturjútskt avgjørt ikki eru til at skilja síná-millum, kunnu tey roknast sum tvey ymisk frástø∂umál. Hóast hetta hoyra hesi bæ∂i talumálini kortini til sama málførahøpi, tí at einki hvast mark er ímillum einstøku bygdarmálini úr Dalarna til Vest-urjútlands; ta∂ snµr seg alla tí∂ina um eitt lí∂andi skifti.

(37)

Vilt tú hoyra, hvussu älvdalsmál og jútskt ljó∂a, kanst tú finna málroyndir á hesum heimasí∂um:

swedia.ling.umu.se

www.statsbiblioteket.dk/dlh

Frástø∂umál

Í marknaøkinum millum Svøríkis og Noregs er ta∂ meira at siga eitt politiskt mál at avgera, um eitt málføri skal roknast sum svenskt ella norskt – á ávísum stø∂um er marki∂ í roynd og veru eisini flutt í eldri tí∂ – t.d. vóru Jämtland og Härjedalen norskt øki fyri 1645. Harafturímóti er ta∂ ógvuliga lætt at avgera, um ein nor∂ma∂ur tosar sámiskt ella norskt, ella um ein finnlendingur tosar finskt ella svenskt. Her eru nevniliga eingi stigvís skifti, tí ver∂ur ta∂ antin-ella.

(38)

Heldur ikki í tí tµsk-danska marknaøkinum er serligur ivi um, hvat mál i∂ ein persónur tosar, hóast valmøguleikarnir nú kunnu vera fleiri og tann reint málsliga frástø∂an er nógv minni. Her standa nevniliga trµ germonsk málføri hvørt ímóti ø∂rum: su∂urjútskt, lágtµskt og nor∂urfrísiskt. Harafturat eru ta∂ nú á døgum nógv, sum tosa bæ∂i ríkisdanskt og hátµskt í marknaøkinum. Hóast tann málsliga frástø∂an her er nógv minni enn millum finskt og svenskt, eru ríkisdanskt og hátµskt heldur ikki beinanvegin til at skilja síná-millum. Í øllum hesum førum er tala∂ um ólík frástø∂umál, tí heldur ikki grannarnir skilja máli∂ hvør hjá ø∂rum, um teir ikki hava lært seg ta∂.

(39)

Ta∂ er eingin alment vi∂urkendur, reglufastur skriviháttur fyri tey trµ málførini. Á netstø∂unum ni∂anfyri kanst tú lesa meira um málførini og t.d. síggja, at ta∂ eru nógv ymisk hug-skot um, hvussu frambur∂urin skal

endurgevast. Tann frísisktalandi per-sónurin ni∂anfyri kemur sostatt úr einum bµi, sum á hátµskum eitur Niebüll (sni∂i∂ Naibel er sonevnt Algemeyn Nedersaksisch Schryvwyse, t.e. »almennur lágtµskur skriviháttur«).

Um su∂urjútskt, lágtµskt og nor∂urfrísiskt lágtµskt: www.lowlands-l.net www.rostra.dk/platt frísiskt: www.lowlands-l.net su∂urjútskt: www.dialekt.dk www.jyskordbog.dk

(40)

Standardmál

Higartil hava vit umrøtt ta∂ meginnor∂urlendska málførahøpi∂, eins og var einki anna∂ talumál í Meginnor∂urlondum enn tey sta∂bundnu málførini. Øll eru sjálvsagt grei∂ um, at solei∂is er ta∂ als ikki – heldur tvørturímóti. Í dag eru ta∂ í roynd tey sonevndu standardtalumálini, sum eru vi∂ yvirlutan, i∂ hvussu er í Danmark og Svøríki.

Eitt standardtalumál er eitt talumál, sum er reglufest, t.e. at ta∂ er si∂venja fyri, hvussu talumáli∂ skal vera. Eitt standardtalumál er haraftrat í okkara samfeløgum tætt knµtt at einum skriftmáli. Bæ∂i standardtalumál og skriftmál eru lutfalsliga einvor∂in í einum størri øki, t.d. í einum ríki. Í bá∂um hesum førum skilur standardmáli∂ seg frá málførunum, sum skifta úr sta∂i í sta∂ og bara eru til sum talumál. Reglurnar fyri rættari málnµtslu eru bara til í heilanum á teimum, sum tala umrødda málføri.

Vanliga hevur eitt standardtalumál nógv størri vir∂ing enn sta∂bundin málføri. Hetta hevur serliga sosialar orsakir, vi∂ ta∂ at bæ∂i standardtalumáli∂ og skriftmáli∂ eru grunda∂ á talumáli∂ hjá einum politiskt og búskaparliga úrvaldum skara, oftast knµttur at høvu∂ssta∂num. Men orsaka∂ av hesi sosialu vir∂ing tekur tann hugsan seg upp, at standardmáli∂ er ta∂ einasta »rætta« máli∂, og at málførini onkursvegna eru skeiv. Tá i∂ vit tala um danskt og svenskt mál, er ta∂ tískil helst standardmáli∂ í talu og skrift, sum hugsa∂ ver∂ur um; donsk og svensk málføri eru onkursvegna naka∂ anna∂.

Í Danmark og Svøríki eru tey si∂bundnu málførini tí í stórari afturgongd á flestum økjum, solei∂is at ta∂ helst bara eru gomul fólk á bygd, sum tala mál, sum málførisgranskarar høvdu nevnt »reint málføri«. Haraftrat leggja allarflestu danir og sviar nærum sjálvkravt eitt møguligt sta∂bundi∂ málføri til viks, tá i∂ teir tosa vi∂ fólk a∂rasta∂ni úr landinum.

References

Related documents

majores noftri Vrimjigna vocabantj quod patet ex legibus Vefirogothi-. cis: Primßgna barn

With respect to goodput and message delay simulation, we will simulate one way communication in which a transmitter generates 1000 bytes payload with bit rate from 1 Kbit/s to

Linköping Studies in Science and Technology | Dissertation No.. Linköping Studies in Science and Technology,

Då kan det tänkas att mångkulturell inkorporering som Lund och Lund (2016, s. 24) tar upp och där elever och lärare ska mötas med ett öppet sinne med ett gemensamt givande

‘íverksetaramentanin verður løgd í skúlaungdómin frá barnsbeini [...] Børn og ung hava møguleika at ganga á mentanarskúla og ítróttarháskúla, samstundis sum ítróttar-

Önnur nálgun gæti orðið sú að ræða innleiðingu norræns kolefnisverðs, sem yrði byggt á verðgólfi Bretlands (sem er yfir kolefnisverði ETS-kerfisins), til að skapa

samfelagstrupulleiki, bæði í Føroyum, Norðurlondum og í alheims samanhangi. Fyrst og fremst av tí at okkara vaksandi brúksmentan og lívsstílur elva til størri nøgdir av